IMF letur Ukraina 107 milliardir krónur

IMF letur Ukraina 107 milliardir krónur
Stýrið í IMF skal kortini formliga góðkenna seinastu útgjaldingina, áðrenn hon verður avgreidd
Atjóða gjaldoyragrunnurin letur Ukraina 107 milliardir krónur.
 
23.02.2024 - 13:51

Altjóða gjaldoyragrunnurin IMF hevur góðkent, at 880 milliónir dollarar -  tað svarar til góðar seks milliardir krónur - kunnu flytast Ukraina.

Hetta er triðja upphæddin í einum hjálparpakka, sum er 15,6 milliardir dollarar - góðar 107 milliardir krónur -  sum var góðkendur í fjør.

IMF góðkendi triðja hjálparpakkan í gjár, eftir at hava fingið vissu fyri at Ukraina lýkur krøvini, sum vóru fyri hjálparpakkan.

Stýrið í IMF skal kortini formliga góðkenna seinastu útgjaldingina, áðrenn hon verður avgreidd.

Í ár hevur Ukraina brúk fyri 486 milliónum dollarum, - meira enn 3,3 milliardir krónum - til endurreising, vísir meting hjá IMF-toyminum, sum fyri stuttum hitti ukrainsk embætisfólk í Varsjava í Póllandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214