Outlook óvirkin um allan heim

Outlook óvirkin um allan heim
Fyri løtu síðan boðaði Microsoft frá góðum úrslitum í royndunum at fáa teldupostskipanina í rættlag aftur
Outlook man vera tann mest nýtta telduposttænastan í heiminum yvirhøvur.
Mynd: Scott Olson/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.11.2026 - 08:03

Teldupostskipanin Outlook hjá Microsoft er óvirkin um allan heim í løtuni, eisini her í Føroyum.

Bretska kringvarpið BBC sigur, at Outlook-brúkarar í 74 londum hava trupulleikar við Outlook. BBC hevur kannað dátur úr øllum heiminum á heimasíðuni Downdetector, har tað ber til hjá brúkarum at boða frá brekum í online-tænastum.

Arbeiðsdagurin hjá fólki í londum, sum eru langt framman fyri okkum í tíð, er longu nógv órógvaður av, at Outlook ikki riggar, sum tað skal. 

 

Mest nýtta skipanin

Fyri løtu síðan boðaði Microsoft frá góðum úrslitum í royndunum at fáa teldupostsamskiftið um Outlook-skipanina í rættlag aftur.

Outlook man vera tann mest nýtta telduposttænastan í heiminum yvirhøvur, og sum skilst er tað ikki bara Outlook, men eisini aðrar tænastur hjá Microsoft, sum eru raktar. 

Tað eru tænastur, sum Microsoft bjóðar við Microsoft 365-loysnunum.

Tað er ikki greitt, nær órógvin byrjaði, men á Kringvarps-redaksjónini byrjaðu trupulleikarnir við Outlook longu í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592