Landssjúkrahúsið 100 ár í dag

Landssjúkrahúsið 100 ár í dag
Føðingardagsynskið hjá stjóranum er at veita skjóta og góða viðgerð til teirra, sum hava tørv á tí
Landssjúkrahúsið fyllir 100 ár í dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.02.2024 - 13:15

Landssjúkrahúsið verður 100 ár í dag.

Dagurin verður hildin við røstum kjøti og føðingardagskøku til allar sjúklingarnar og veitslu í kvøld.

Føðingardagsynskið hjá Steinari Eirikstoft, stjóra og forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, er at veita skjóta og góða viðgerð til teirra, sum hava tørv á tí.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 


 

23022024_Landssjukrahusid

 

Steinar Eirikstoft er stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri í Sjúkrahúsverkinum. (Savnsmynd)

 

Dronning Aleksandrines Hospital var tikið í nýtslu fyri júst hundrað árum síðani, tann 23. februar í 1924. Frammanundan var Gamla hospital brúkt.

Í dag húsast m.a. føðideildin í bygninginum.

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík.

Tværå sygehus er frá 1904. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619