Stjórastarvið í Listaskálanum leyst at søkja

Stjórastarvið í Listaskálanum leyst at søkja
Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár. Men møguligt er at fáa tað longt í trý ár, tá tey fimm árini eru farin
Listaskálin skal útbyggjast.
 
23.02.2024 - 07:00

Stjórastarvið í Listasavni Føroya er nú leyst at søkja.

Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár. Men møguligt er at fáa tað longt í trý ár, tá tey fimm árini eru farin.

Umsøkjarar við savnsroyndum hava fyrimun. 

Eisini er fyrimunur at hava leiðsluroyndir í savni og/ella kunnleika um búskap og umsiting.

Ætlanin er at seta stjóran 1. juni.

Umsóknarfreistin er til 31. mars.

Karina Lykke Grand, sum hevur verið stjóri seinastu fimm árini, fer í annað starv.

Frá 1. apríl verður hon stjóri fyri Den Hirschsprungske Samling í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619