Vinus og Vimús aftur í sjónvarpinum

Vinus og Vimús aftur í sjónvarpinum
Nýggir partar av málmennandi barnasendingini um Vinus og Vimús vera í næstum á skránni í sjónvarpinum og sjálvandi eisini í VIT-appini og á heimasíðuni
Tað hevur verið rokaligt í kringvarpshøllini seinastu vikurnar. Vinus og Vimús er sera fitt røð til tey yngstu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2024 - 13:27

Vinus og Vimús eru aftur við nýggjum umfari. Talan er um 10 nýggjar partar, og fyrsti nýggi parturin verður vístur 1. mars.

Vinus og Vimús er føroysk barnarøð til børn frá 2 til 6 ár. Men øll kunnu sjálvandi hyggja. Eisini vaksin!

Nógvur góður tónleikur er við í Vinusi og Vimús.


Vit eru stødd inni hjá Vinusi, hann er ein fittur vinur, sum dugir væl at finna upp á og siga frá og eisini at spæla tónleik. Har eru nógvir vakrir litir at hyggja at.

Og í bókahillini sita bamsur í hópatali, bæði stórar og lítlar, og har eru eisini nógvar góðar bøkur, og har eru eisini nógvar stuttligar leikur at spæla við. 

Inni undir hillini býr Vimús. Vimús býr í músaholini undir bókahillini, tað er ein sera hugnalig hola hjá eini mús at vera í.

Vimús hjálpir til at klippa sendingina.


Hvørja ferð finna Vinus og Vimús upp á okkurt nýtt. Og hvørja ferð ber eisini til at læra okkurt nýtt og stuttligt. Hóast sumt er torført at gera, og sumt er torført at siga, so vísa Vinus og Vimús, hvussu tú skalt gera og siga, og so er tað knappliga einki fyri.

Hvønn dag fer Vimús at lesa eina góða bók. Og hvønn dag fer Vinus at syngja og spæla ein sang, og tá klívur Vinurin inn gjøgnum vindeygað og fer at syngja og spæla við, hann hevur altíð eitt nýtt ljóðføri við.

Nær: Í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld frá 1. mars klokkan hálvgum sjey. Og altíð á VIT-appini.

Og at enda siga vit:
Góðan morgun, dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585