Hvirla tók bilin

Hvirla tók bilin
Hvirlurnar við Lopra vóru so mikið harðar í nátt, at ein bilur bleiv skumpaður í bilverjuna. Ungi bilførarin varð fluttur á sjúkrahúsið, men hevði onga skaða fingið.
 
02.03.2024 - 10:21

Eitt ferðsluóhapp var uttanfyri Lopra beint eftir klokkan fýra, seinnapartin í gjár. Ein ungur maður sat í bilinum, sum varð tikin av hvirlu, og bilurin varð síðan skumpaður inn í bilverjuna. Sjúkrabilur kom á staðið, og maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið, men eingin mansskaðið stóðst av óhappinum. Løgreglan, sum var á staðnum greiddi eisini frá, at hvirlurnar vóru sera harðar. 

Í nátt hevur verið nakað av órógvið av náttarlívinum í Havn. Eitt sindur av fólki var í býnum, og løgreglan var noydd at skilja nøkur fólk sundur. 

Klokkan tjúgu minuttir í trý í nátt var ein bilførari tikin í ferðslukanning í Sandoynni. Bilførarin varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Løgreglan fann eisini nakað av rúsevnum í bilinum. Bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891