Eysturoy kann nú seta seg í Vágum

Eysturoy kann nú seta seg í Vágum
Talan er um fyribilsloyvi, men endaliga loyvið kemur skjótt, sigur stjórin í Vága floghavn
Flogfarið hjá FarCargo hevur nú fingið loyvi frá Ferðslustýrinum um at brúka flogvøllin í Vágum. (Savnsmynd)
 
13.03.2024 - 16:00

Vága floghavn hevur nú fingið loyvini frá danska ferðslustýrinum, so FarCargo kann fara undir flúgving til og úr Føroyum.

Tað upplýsir Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Tí stendur Eysturoy nú aftur á listanum yvir flogfør, sum koma til landið í morgin.

 

Ferðslustýrið bað um frágreiðing

Flogfarið hjá FarCargo skuldi annars koma tí Vágar mánadagin, men loyvini vóru ikki komin í rættlag tá, og tí kom flogfarið ikki.

Ferðslustýrið bað í síðstu viku Vága floghavn um frágreiðingn eftir at Eysturoy setti seg í Føroyum á fyrst sinnið mánadagin í síðstu viku.

Tá segði Ferðslustýrið, at flogvøllurin ikki hevði neyðugu loyvini til at taka ímóti Boing 757 flogfarinum hjá FarCargo, tí flogfarið hevði eitt størri veingjarbreiði enn tað, sum flogvøllurin var góðkendur til.

 

Sambært yvirlitinum hjá flogvøllinum skal Eysturoy koma í Vágar í morgin klokkan 17, og flogfarið fer úr Vágum um Keflavík til USA fríggjakvøldið klokkan 19. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ymsar áskoðanir

Tá svaraði stjórin í Vága floghavn, at tað vóru ymsar áskoðanir, um øll viðurskiftini vóru í lagi ella ikki, tá Eysturoy lendi.

Men loyvini eru nú komin í rættlag. Enn er talan um fyribilsloyvi. 

Tað ber ikki til at siga, nær endaliga loyvið kemur, men tað verður skjótt, sigur Regin I. Jakobsen stjóri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858