- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsvegur asfalteraður

Vegurin til Hellurnar, sum er 1,3 kilometrar, verður asfalteraður í desember.
Tað fer at kosta hálva millión.
Landsverk metir ikki, at oyndarfjarðarvegurin er verri fyri enn aðrir slíkir vegir.
Landsverk mælir tí til, at vegurin verður dagførdur á sama hátt sum hinir.
Talan er um 5,5 kilometrar, sum kosta 69 mió. kr. uttan váðaískoyti.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.
Hann spurdi um ferðslutrygd á vegunum til Oyndarfjarðar og Hellurnar.
Landsverk mælir til, at størri játtan verður latin til ávísan veg, heldur enn at smærri upphæddir vera býttar millum fleiri vegir, sigur landsstýrismaðurin.
Nær oyndarfjarðarvegurin verður dagførdur, stendur ikki í svarinum hjá landsstýrismanninum.


























