Ísrael lopið á sjúkrahús í Gasa

Ísrael lopið á sjúkrahús í Gasa
Ísraelskir myndugleikar siga orsøkina til álopið vera, at Hamas-leiðarar krógva seg á sjúkrahúsinum
Ísraelskir myndugleikar siga, at Hamas-leiðarar krógva seg á Al Shifa-sjúkrahúsinum í Gasa. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
18.03.2024 - 08:52

Ísraelski herurin leyp í nátt á Al Shifa-sjúkrahúsið, sum er størsta sjúkrahús í Gasa-geiranum.

Ísraelskir myndugleikar siga orsøkina til álopið vera, at Hamas-leiðarar krógva seg á sjúkrahúsinum.

Sambært heilsumyndugleikunum í Gasa, hava fleiri latið lív, og fleiri eru eisini særd.

Ísrael hevur ikki gjørt viðmerkingar til útsøgnina hjá heilsumyndugleikunum í Gasa enn, men hevur váttað, at skot hava verið latin av inni á sjúkrahúsøkinum, skrivar ísraelski miðilin, The Times of Israel, sambært TV2. 

Daniel Hagari, talsmaður hjá ísraelski herinum, sigur, at virksemið á sjúkrahúsinum kann halda fram, meðan herurin heldur fram við síni atsókn at finna Hamas-leiðararnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672