Venjing í Vágatunlinum darvar samferðsluna

Venjing í Vágatunlinum darvar samferðsluna
Venjingin byrjar klokkan 17, men av tí at flogfør hjá Atlantsflogi eru seinkað, noyðast ferðafólk at bíða ein tíma at sleppa gjøgnum tunnilin
Venjing verur í Vágatunlinum klokkan 17. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.03.2024 - 15:33

Klokkan 17 byrjar venjing í Vágatunlinum, har eini 70 fólk frá løgreglu, sløkkiliði, Landssjúkrahúsinum og sjálvboðin eru við

Veðrið í dag spælir fyrireikarunum eitt puss, tí flogferðslan er seinkað, og tvey flogfør hjá Atlantsflogi, sum skuldu komið fyrr í dag, seta seg ikki í Vágum fyrr enn klokkan 17 og 17.15.

 

Uni Danielsen er stjóri í Vága- og Norðoyatunlunum. (Savnsmynd)

 

Tað hevur við sær, at ferðafólkini, sum skulu um Vestmannasund, noyðast at bíða við tunnilsmunnan í umleið ein tíma, áðrenn tey sleppa ígjøgnum tunnilin.

Uni Danielsen, stjóri í Vága- og Norðoyatunlunum, sigur soleiðis um viðurskiftini í sambandi við venjingina:

 

21032024_Uni_um_venjing


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486