Fótbóltsmenninir leggja til brots ímóti Liktinstein

Fótbóltsmenninir leggja til brots ímóti Liktinstein
Dentur verður lagdur á álopsspælið, tá A-landsliðið í fótbólti fer á vøllin til venjingardyst ímóti Liktinstein í dag. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum klokkan 16:50
Pætur Petersen og liðfelagarnir skulu royna seg ímóti Liktinstein í dag
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
22.03.2024 - 10:48

Landsliðsárið hjá bestu fótbóltsmonnunum byrjar av álvara í dag við venjingardysti ímóti Liktinstein.

Dysturin verður spældur sum partur av venjingarlegu í Spania, áðrenn leiðin gongur til Keypmannahavn, har Danmark bjóðar av týsdagin.

Tað er álopsspælið, sum er ovast á breddanum hjá Håkani Ericson, venjara, ímóti smáríkinum, sum liggur millum Eysturríki og Sveis.

Venjarin vónar, at Føroyar fara at hava bóltin nógv á mótstøðuhálvuni og skora nøkur mál.

 

Skert landslið

Fleiri av spælarunum, sum hava verið fastur í hópinum síðstu árini, eru ikki við á túrinum hesa ferð. Fleiri eru skaddir, m.a. Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Ári Mohr Jónsson, Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen.

Harafturat hava Jákup Biskupstø Andreasen og Jóannes Kalsø Danielsen givið avboð av persónligum ávum. 

Ringast kemur kortini við hjá Håkani Ericson, at Jóannes Bjartalíð úr Fredrikstad FK er skaddur. Fyrrverandi KÍ-miðvallarin er skurðviðgjørdur og verður ikki til reiðar fyrr enn um nakrar vikur.


Adrian Justinussen hevur verið flúgvandi í sínum nýggja felagi, Hillerød, í næstbestu donsku deildini, og tað kann hugsast, at han fær kjansin ímóti Liktinstein. MYND: Hans Erik Danielsen / FSF

 

 

Tí kann roknast við, at fleiri, sum kanska ikki hava spælt so nógvar landsliðsminuttir, fáa kjansin í dag, m.a. Adrian Justinussen, sum hevur fingið eina frálíka byrjan í sínum nýggja felagi, Hillerød.

LES EISINI: Feskur víkingur í landsliðshópinum

Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum klokkan 16:50.

 

Skrædnaði síðstu løtuna

Føroyska U21-fótbóltslandsliðið tapti í gjár sín fyrsta EM-undankappingardyst í ár. 

Talan var um torføran dyst á útivølli ímóti Portugal, men føroyingarnir stríddust fyri sakini, og tað var málleyst, tá liðini fóru til hálvleiks.

Fábio Silva legði portugisar framum, tá 52. minuttir vóru spældir, men leingi stóð á hjá heimaliðnum, sum ikki fekk avgjørt endaliga fyrrenn tríggjar minuttir fyri leiklok.

Í yvirtíðini fekk Portugal tvey mál afturat, so tapið gørdist óneyðuga stórt.

Í september skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur. Hósdagin 5. september er útidysturin móti Kroatia á skránni, og týsdagin 10. september kemur Grikkaland á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. januar
Morgunlestur leygardagur 4. januar 2025
185357
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722