Kunnger fyrsta dagin um hon stillar upp

Kunnger fyrsta dagin um hon stillar upp
Stóri spurningurin er eisini, hvussu verður við stjórnini , um forsætismálaráðharrin vil vera forseti
Katrín Jakobsdóttir hevur verið forsætisráðharri síðani 2017.
 
04.04.2024 - 06:49

Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, fer at kunngera fyrsta dagin, um hon stillar upp til forsetavalið í Íslandi.

Hon sigur nú í samrøðu við RÚV, at hon umhugsar av álvara, um hon skal stilla upp.

Men avgerðin er ikki tikin enn, sigur hon.

Katrín Jakobsdóttir hevur annars fyrr avsannað, at hon ætlar at bjóða seg fram at vera næsti forseti Íslands.

Men hetta er nú broytt, sigur hon.

Hon sigur, at hon hevur fingið nógvar áheitanir um at stilla upp.

Broytt støðu 

Og tær hava fingið hana at broyta støðu. 

Katrín Jakobsdóttir, sum er forkvinna hjá teimum vinstri-grønu, er í samgongu saman við borgaraligu flokkunum, Sjálfstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum.

Stóri spurningurin í Íslandi er nú, um tann samgongan kann halda fram, um forsætisráðharrin stillar upp til forsetavalið.

Katrín Jakobsdóttir er 48 ára gomul. Hon hevur verið forsætisráðharri síðani 2017.  

Og hon var útbúgvingarmálaráðharri frá 2009 til 2013.

Hon er vald í altingið á hvørjum vali síðani 2007.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290