Krevja, at politikarar lurta eftir fólkinum

Krevja, at politikarar lurta eftir fólkinum
Mótmælisgonga var í gjár uttanfyri stjórnarbygningin í Nuuk, har kravt var, at sitandi stjórn leggur frá sær, og at val verður útskrivað
Mynd: knr.gl  
 
08.11.2026 - 14:43

Ónøgdin snýr seg nógv um, at politikarar ikki lurta eftir fólkinum. Juulut Jeremiassen, sum skipar fyri tiltakinum, vísur á, at tað er dýrt at liva og dýrt at leiga sær bústað.

Fleiri politikarar vóru við í mótmælisgonguni, men ikki stjórnarleiðarin Jens Frederik Nielsen, og tað var eisini viðmerkt í røðunum.

Tað, sum mótmælisfólkini serliga eru er ónøgd um, er tingfundurin hósdagin, har misálit varð reist bæði á Jens-Frederik Nielsen, stjórnarleiðara, og Nivi Olsen, ráðharra fyri útbúgving, mentan, ítrótt og kirkju.

- Vit hava í seinastu hoyrt nøkur harmilig orðaskifti í inatsisartut, grønlendska tinginum, har politikarar skuldseta hvønn annan uppá skift. Tað ørkymlar meg almikið, segði Juulut Jeremiassen, sum eisini heldur, at tað kemur ov lítið burturúr í tinginum, og at ráðharrar og tinglimir ferðast ov nógv og ikki røkja sítt arbeiði.

Nivi Olsen, ráðharri, fekk orðið á mótmælistiltakinum, og hon svaraði atfinningunum og segði, at Jens Frederik Nielsen er burturstaddur, - tí hann hevur verið á vitjan í Jujalleq kommunu. Meðan ráðharri tosaði rópti fjøldin 'Nú er nóg mikið', og at tey krevja val verður útskrivað, skrivar grønlendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592