Á Breddanum: Alt til lands og norðurlendski samleikin

Á Breddanum: Alt til lands og norðurlendski samleikin
Tvey evni eru í sendingini í dag
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar, at alt av fiski skal lands í 2030. (Savnsmynd)
 
11.04.2024 - 08:29

Skræða, høvd og innvølir

Alt skal til lands á fiski, sum verður fiskaður í føroyskum sjógvi.

Tað vil í øllum førum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevur sent eina kungerð til hoyringar.

Kunngerðin hevur við sær, at 20 prosent av slógvi skal til lands frá 1. juni í ár. Í  2030 eitur tað 100 prosent - tað vil siga, at alt skal til lands um seks ár.

Men hvat ætlar landsstýrismaðurin, og hvør skal rinda útreiðslurnar, sum sambært fiskimonnum standast av at taka alt til lands?

Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. 

 

Louise Dedichen, varaadmiralur á Nato-høvuðsborgini í Brússel, hevði framløgu á evnisfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Havn týsdagin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Norðurlond

Norðurland førka seg tættari at hvørjum øðrum politiskt, sær út til, men hvussu tætt kann tað blíva, og hvussu var, tá Norðurlond vóru eitt ríki?

Vit tosa við søgufrøðing, og hyggja aftureftir fyri at hyggja frameftir. 
 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Sendingn verður stroymd her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025