Sangtekstirnir skulu geva fólki vón

Sangtekstirnir skulu geva fólki vón
- Fyrr ella seinni fáa flestu okkara avbjóðingar við sálarheilsuni, og tí er umráðandi at varpa ljós á júst sálarheilsu, sigur Niclas Heri Jákupsson
 
12.04.2024 - 10:29

Um vit liva eitt virkið og hampuliga langt lív, so munnu tað vera fá okkara, ið sleppa undan at uppliva onkra sálarliga avbjóðing. 

Júst tí er umráðandi at varpa ljós á sálarheilsu. 

Tað heldur Niclas Heri Jákupsson, sum hevur gjørt enn ein sang, ið snýr seg um júst sálarheilsu. Sangurin ber heitið "Vælkomin heim".

Eitt, hann vil leggja dent á við sangtekstum sum hesum, er vónin.

- Tá fólk eru í einum djúpum, svørtum holi, er torført at ímynda sær, at støðan nakrantíð verður betri. Men tað vísir seg, at tað er ljós fyri framman, og tað er góð hjálp at heinta, sigur Niclas Heri Jákuppsson.

Í morgunsendingini greiðir hann frá sálarheilsu, og hvussu ymiskt tað er at skriva lættar popptekstir og inniligar, djúpar sangir um sálarheilsu. 

1666188

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025