So er hol ígjøgnum undir Húsareyni

So er hol ígjøgnum undir Húsareyni
"Húsareynstunnilin fer at lætta nógv um ferðslutrýstið í Havn, tí nú fer ferðslan út um bústaðarøki og sjálvan miðbýin," segði borgarstjórin, tá síðsta skotið varð latið av
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.04.2024 - 18:00

Um trý tíðina í dag varð síðsta skotið í Húsareynstunlinum latið av við tunnilsmunnan beint vestan fyri Hotel Føroyar. 

Húsareynstunnilin er partur av nýggja innkomuvegnum til Havnar, og við nýggja innkomuvegnum og tunlinum fær høvuðsstaðurin 9,2 kilometrar av vegi afturat. 

 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti á, at tunnilin fer at lætta nógv um ferðslutrýstið, sum vit síggja hvønn einasta dag, tí nú fer ferðslan út um bústaðarøki og sjálvan miðbýin. 

 

Articon hevur staðið fyri arbeiðinum at gera nýggja Húsareynstunnilin. Umleið 100 fólk hava verið til arbeiðis hvønn dag, og 80 til 100 bilar og maskinur hava verið í gongd og flutt um 500.000 rúmmetrar av gróti. 

 

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. 

 

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, helt røðu í sambandi við, at síðsta skotið í Húsareynstunlinum varð latið av.

Hann vísti á, at fyrsta skotið til tunnilin varð latið av 8. mai í 2023, og hóast ringt fjall og ringar umstøður, eydnaðist at koma trygt ígjøgnum teir 1850 metrarnar eftir einum lítlum ári.

 

So verður gjørt klárt at lata síðsta skotið av. 

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, lótu í felag síðsta skotið í Húsareynstunlinum av.

 

Har var eitt buldur, men eingin roykur, tá síðsta skotið var latið av. 

 

Tað er altíð ein stór, og eitt sindur hátíðarlig løta, tá síðsta skotið í einum tunli verður latið av. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816