- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ingilín fær fyribils ikki fleiri pengar til Bústaðir
Bústaðir fær fyribils ikki heimild at læna 350 milliónir krónur afturat. Málið skuldi annars endaliga avgreiðast við 3. viðgerð í løgtinginum seinnapartin.
Men í staðin trýstir ein meiriluti í løgtinginum á pausuknøttin í bústaðarpolitiska amboðnum hjá landsstýrinum.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, hevur biðið løgtingið um at geva Bústøðum heimild at læna 350 milliónir krónur afturat til at byggja fyri. Við nýggju lániheimildini kemur samlaða lániheimildin hjá Bústøðum upp á 1.050 milliónir krónur. Í hesi víðkaðu lániheimild skal Bústaðir eisini fáa loyvi at læna pengarnar frá útlendskum lánveitarum.
Frágreiðing frá Landsgrannskoðan
Men mitt í viðgerðini hjá løgtinginum er komin ein frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, sum reisir fleiri spurningar um Bústaðir. Frágreiðingina hevur Beinta Dam gjørt, eftir umbøn frá løgtingsgrannskoðarunum.
Landsgrannskoðanin staðfestir, at í oktober í fjør hevði Bústaðir annaðhvørt brúkt ella bundið tilsamans 1,3 milliardir krónur í verkætlanum, sum eru í gerð ella ávegis. Og tí hevur Húsalánsgrunnurin - sum hann framvegis eitur í lógartekstinum - ikki møguleika at fara undir nýggjar verkætlanir, uttan at lániloftið verður hækkað. Landsgrannskoðanin sigur millum annað, at Bústaðir hava ikki strategiskar langtíðarætlanir at skipa sítt virksemi eftir. Eisini sigur Landsgrannskoðanin, at sonevnda "grunsgjaldið" í verkætlanunum hjá Bústaðum er lægri enn 10 prosent, sum annars hevur verið ætlanin. Ella sagt á annan hátt, Bústaðir setir ikki nóg mikið av pengum av til at halda við líka bygningarnar, sum Bústaðir letur byggja.
Løgtingið ivast
Frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini kemur sum nevnt í løgtingið, samstundis sum lógaruppskotið er til viðgerðar har. Kortini verður lógaruppskotið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, samtykt við 2.viðgerð 17. apríl. Henda dagin verður eitt uppskot um at beina málið aftur í rættarnevndina lagt fyri tingið - men undirtøka er ikki fyri tí - og uppskotið verður tí samtykt.
Í dag skuldi uppskotið so endaliga avgreiðast við 3.viðgerð. Men hóast talan er um eina 3.viðgerð, so vóru tingfólk ikki sannførd um, at fíggjarliga støðan hjá Bústøðum er í lagi. Aftur í dag var skotið upp at beina málið aftur í rættarnevndina. Og hesa ferð var meiriluti fyri tí.
Andstøðan atkvøddi fyri at beina málið aftur í nevnd. Og tað gjørdu tveir samgongulimir eisini. Teirra millum Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi, sum eisini er ein av løgtingsgrannskoðarunum, sum bað um frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini. Eisini Liljan Weihe úr Tjóðveldi atkvøddi fyri at beina málið aftur í nevnd. Sólvit Nolsø, samgongutingmaður fyri Framsókn og fyrrverandi landsstýrismaður við ábyrgd av Bústøðum, atkvøddi blankt.
Nú er málið aftur í rættarnevndini hjá løgtinginum. Og enn er óvist, um málið kemur úr aftur nevndini, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. Kemur tað ikki tað, so fellur málið burtur.
Hoyr samrøðu við Erling Eidesgaard, tingmann fyri Tjóðveldi og ein av fýra løgtingsgrannskoðarum: