Ikki verkfall hjá kommunum og landi

Ikki verkfall hjá kommunum og landi
Hvørki kommunurnar ella landið vera rakt, nú verkfall verður á midnátt í annaðkvøld
IRF er interkommunalur felagsskapur og fer ikki í verkfall.
 
12.05.2024 - 09:35

Hvørki kommunurnar ella landið vera rakt, nú verkfall verður á midnátt í annaðkvøld.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur ikki sáttmála við Føroya arbeiðarafelag, Havnar 
arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, sum hava boðað frá verkfalli.

Hóast kommunurnar brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya arbeiðsgevarafelag, kunnu arbeiðarafeløgini ikki leggja niður arbeiðið á kommunala sáttmálaøkinum, sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Hava ikki kollektivan sáttmála

Hann sigur, at felagið hevur ikki kollektivan sáttmála við arbeiðarafeløgini. 

Arbeiðsfólk hjá kommunum eru sett í starv individuelt hjá kommununi.

Tey eru tí ikki við í kollektivt lýsta arbeiðssteðginum, sigur KAF.

Arbeiðsfólk hjá kommununum, SEV og IRF fara tí ikki í verkfall.

Jan Mortensen, lønarstjóri hjá landinum, sigur tað sama sum formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagum.

Arbeiðsfólk hjá landinum fara tí heldur ikki í verkfall.

Arbeiðarafeløgini siga, at vertkfallið er fyri øll, eisini fyri tey, sum arbeiða hjá kommunum ella landi. 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961