Rúkandi ósemja um hvør skal í verkfall

bannari
Rúkandi ósemja um hvør skal í verkfall
Verkfallið er eisini galdandi fyri land og kommunur
Av heimasíðuni hjá Havnar arbeiðarafelagi.
 
12.05.2024 - 13:18

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá landinum siga, at verkfallið, sum byrjar á midnátt í annaðkvøld, er ikki galdandi fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum ella hjá landinum.

Jú, tað er eisini fyri tey, siga arbeiðarafeløgini.

Verkfallið er fyri øll arbeiðsøki, siga tey.

Tey seinastu 40 árini hava fýra verkføll verið hjá arbeiðarafeløgunum. 

Tey vóru í 1985, 1987, 2001 og 2003. 

Hesi verkføll fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum, landi og kommunum, vísa arbeiðarafeløgini á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655