14 bilførarar tiknir fyri at brúka fartelefon

14 bilførarar tiknir fyri at brúka fartelefon
Sektin er 1.000 kr, men hon hækkar upp i 1.500 kr., tá broytingarnar í ferðslulógini koma í gildi
14 bilførarar í Havn vóru tiknir í gjár fyri at tosa í fartelefon. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.05.2024 - 09:22

14 bilførarar vóru tiknir í gjár fyri at brúka telefon, meðan tey koyrdu.

Hetta var í Havn millum kl.11.00 og 13.00 í gjár.

Sektin er 1.000 kr.

Men hon hækkar upp í 1.500 krónur, og klipp verður givið, tá broytingarnar í ferðslulógini koma í gildi.  

Í lógaruppskotinum stendur, at klipp og størri sekt verða givin fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður.

Politiið minnir á, at í gjár var seinasti dagur, at loyvt var at brúka píkadekk.

 

16 átalur

Politiið gav 16 átalur í gjár, tí bilførarar virða ikki, at einvegis ferðsla er á Stangavegi í Klaksvík í sambandi við arbeiði har.

Politiið var har tríggjar ferðir í gjár.

Neyðug skelting er á staðnum, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598