Havnar arbeiðskvinnufelag samráðist enn

Havnar arbeiðskvinnufelag samráðist enn
Meðan hini arbeiðarafeløgini eru í verkfalli - so situr Havnar Arbeiðskvinnufelag framvegis til samráðingarborðið.
(Savn) Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2024 - 18:37

Meðan Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag eru í verkfalli - so situr Havnar arbeiðskvinnufelag framvegis til samráðingarborðið.

Aftur í dag hevur verið fundur millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelag, sum samráðast um nýggjan sáttmála.

Síðstu dagarnar hava partarnir tosað saman, uttan at Semingsstovnurin hevur verið við.

Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelag hittast aftur týsdagin, og tá verður Semingsstovnurin við. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður. Hann vil tó ikki siga, at talan er um eina beinleiðis semingsroynd, men meira ein fund, har semingsstovnurin er við fyri at kunna seg um støðuna.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Vígdis Johannesen, forkvinnu í Havnar arbeiðskvinnufelag, til tíðindasendingina á nátturða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949