Verkfallið stendur við - og langt er millum partarnar

bannari
Verkfallið stendur við - og langt er millum partarnar
Sambært semingsuppskotinum, sum báðir partar vrakaðu, hevði lønin hjá arbeiðarum hækkað 13 krónur og 34 oyru yvir tvey ár
Verkfalsvaktir eru um alt landið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2024 - 09:56

Semingsuppskotið var upp á tilsamans 11,13 prosent í tvey ár, men tá vóru eftirløn og starvsaldur roknað uppí.

Halda vit okkum bara til sjálvan lønarvøksturin, sigur semingsuppskotið, at sáttmálalønin fyrra árið skuldi hækka 4,75 prosent og seinna árið 4,25 prosent.

Sáttmálalønin er í løtuni 144 krónur og 99 oyru.

Sambært semingsuppskotinum, sum var vrakað, hevði lønin hækkað seks krónur og 89 oyru fyrra árið, upp í 151 krónur og 88 oyru, og seks krónur og 45 oyru seinna árið.

Samanlagt legði semingsuppskotið upp til, at lønin hækkaði 13 krónur og 34 oyru yvir tvey ár.

 

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Heri Reynheim, formaður í Havnararbeiðarafelag, og Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Báðir partar vrakaðu

Men tað vildi hvørgin parturin góðtaka. Sambært arbeiðsgevarunum var tað ov nógv, og sambært arbeiðarafeløgunum var tað ov lítið.

Um vit taka krøvini hjá arbeiðarafeløgunum fyrst, so segði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, soleiðis fyrr í vikuni:

 

24052024_Sonja_um_lon

 

Roknað vit hetta um til prosent, er kravið hjá arbeiðarafeløgunum ein lønarhækking upp á 6,9 prosent fyrra árið og 6,45 prosent seinna árið.

Í sama innslagi segði Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, soleiðis: 

 

24052024_Niels_um_lon

 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum. 

 

Millum 2,9 og 4,5 prosent

Rokna vit eftirlønina og viðbótina fyri starvsaldur frá, merkir tað, at arbeiðsgevarafelagið vil góðtaka eina lønarhækking, sum liggur millum 2,9 og 4,5 prosent. 

Í krónum svarar tað til, at arbeiðsgevarafelagið vil góðtaka eina reina lønarhækking, sum fer at liggja millum fýra krónur og 20 og seks krónur og 38 oyru hvørt árið, um vit siga at lønarhækkingin verður tann sama bæði árini.

Tølini, sum vit hava roknað okkum fram til, eru eftirkannað av fólki, sum hava drúgvan kunnleika til lønarsamráðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400