Handverkarar fingið áheitan um at fara í samhugaverkfall

Handverkarar fingið áheitan um at fara í samhugaverkfall
Málið kemur til viðgerðar á aðalfundinum í Føroya handverkarafelag leygardagin
Nú eru 14 dagar, síðani verkfallið hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum byrjaði. Føroya handverkarafelag hevur fingið áheitan um at fara í samhugaverkfall.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2024 - 18:00

Føroya handverkarafelag hevur fingið áheitan um at fara samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum.

Felagið fer at viðgera spurningin á aðalfundinum, sum verður leygardagin, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya handverkarafelag.

 

Suni Simonsen.

 

Av tí at handverkararnir ikki eru í verkfalli, men talan er um møguligt samhugaverkfall, hevur felagið ikki heimild at gjalda limunum løn, sigur Suni Simonsen. Hesin spurningurin verður eisini viðgjørdur á aðalfundinum, sigur Suni Simonsen. 

Umleið 1400 limir eru í Føroya handverkarafelag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27052024_Handverkarar_og_samhugaverkfall

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040