Handverkarar: Arbeiðarafeløg forða okkum at sleppa til arbeiðis

bannari
Handverkarar: Arbeiðarafeløg forða okkum at sleppa til arbeiðis
Formaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag sigur, at situr ein handverkari í einum betongbili, er hann í skeivum fakfelag
Arbeiðarar í verkfalli stóðu fyrrapartin uttan fyri byggifyrtøkuna Kanjon í Klaksvík.
Mynd: Norðlýsið  
 
03.06.2024 - 14:04

Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava í dag staðið uttan fyri fyritøkunum Kanjon í Klaksvík og Løvubetong við Norðskála.

Samstundis hava blokadurnar við onnur arbeiðspláss í landinum hildið fram.

 

Arbeiðarar í verkfalli hava eisini hildið vakt við asfalterkið á Sundi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, ilskast inn á, at arbeiðarafeløg forða limum, sum eru limir í handverkarafelagnum, at gera sítt arbeiði.

 

03062024_Suni_um_blokadur

 

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sigur, at handverkarar gera verkfalsrakt arbeiði.

- Hetta er okkara sáttmálaøki, og situr ein handverkari í einum betongbili, er hann í skeivum fakfelag. Vit forða ikki handverkarum at gera handverk, sigur hann.

Absalon Hansen leggur dent á, at blokadurnar eru hóvligar, og kemur løgreglan uppí, verður eingin harðskapur ella handtøka.

Hoyr formannin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag her:

 

03062024_Absalon

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860