MiKS er nýggja ískoytið á barna- og ungdómøkinum!

MiKS er nýggja ískoytið á barna- og ungdómøkinum!
Kringvarpið víðkar um barnaøkið við nýggjari síðu.
 
04.06.2024 - 07:00

Kvf.fo byggir út og leggur nýggja síðu afturat barna- og ungdómsøkinum. Talan er um spildurnýggju síðuna, MiKS, sum er ætlað børnum í aldrinum 9-14 ár. 

Inni á MiKS finnur tú bæði nýframleiddar sendingar til málbólkin, men eisini eldri sendingar úr VIT, sum hóska seg betur til henda málbók og tí eru fluttar í nýggja “kamarið”. 

Higartil hevur VIT rúmað sendingum til ØLL børn, men nú tekur MiKS sær av tilfari til tey eitt sindur eldri børnini. 

Við MiKS gevur barnaøkið teimum 9-14 ára gomlu eitt nýtt stað at búgva.

MiKS hevur eisini fingið sína egnu YouTube kanal við tilfari til tey ungu børnini. Finn hana á YouTube her ella skriva: MiKSkvf.

 

Fyrsta spildurnýggja sendingin til MiKS ber heitið: Parkour við Markusi. Vertur í sendingini er Markus Precious Køtlum, sum hevur drúgvar royndir í parkour.

Í  9 pørtum lærir Markus ymisk útvald parkour triks frá sær, og síðani vísir hann triksini ymsastaðni í Føroyum. Við fangandi tónleiki, feitum umhvørvi og dugnaligum verti, vóna vit, at sendingin fer at vekja hugin til at royna eitt snarlop, konglop ella kanska eitt veggjarenn, tí sum Markus sigur:

Parkour kann íðkast allastaðni og øll kunnu vera við! 

Hvat er Parkour, spyrt tú? Tað kanst tú finna útav her: 

HVAT_ER_PARKOUR
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. september
Norðurljóð 16.september 2024
180642
Mánadag 16. september
Víkingur nærkast FM
180749
Mánadag 16. september
Góðan morgun Føroyar
180730
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712
Leygardag 14. september
Veðrið - teknmálstulkað
180673
Leygardag 14. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180669