Royna semju, til tað røkkur ella støkkur

bannari
Royna semju, til tað røkkur ella støkkur
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað kann vera, at semingsroyndin verður alt vikuskiftið
Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevði fyrrapartin fund við umboð fyri arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar, og nú verður farið undir nýggja semingsroynd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 13:14

Semingsroyndin kann gerast drúgv.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum hevur boðsent arbeiðarafeløgunum í verkfalli og arbeiðsgevarunum til seming fríggjadagin klokkan 13.

Havnar arbeiðskvinnufelag verður eisini við í semingsroyndini.

Eftir fundin við umboðini fyri arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar fyrrapartin, sigur Terje Sigurðsson, at hann heldur grundarlag vera fyri at fara undir nýggja semingsroynd.

Terje Sigurðsson sigur, at ætlanin er at sita við pørtunum, til tað røkkur ella støkkur, og tað kann henda, at semingsroyndin verður alt vikuskiftið.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Terja Sigurðsson:

 

Terje_red

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541