Verkfallið er avblást: Her er semjan og samrøður

bannari
Verkfallið er avblást: Her er semjan og samrøður
Tey fimm fakfeløgini og arbeiðsgevarafelagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Lønin hækkar 13 prosent næstu tvey árini
Um hálvgum sjey tíðina í kvøld skrivaðu fakfeløgini í verkfalli og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi í tvey ár.
 
09.06.2024 - 19:26

Í roynd og veru er talan um tvær avtalur, sum blivu undirskrivaðar á skrivstovuni hjá Semingsstovninum fyri løtu síðani. Eitt semingsuppskot og ein avtala um serstakt lønarlyft. 

Semingsuppskotið sigur í stuttum, at: 

1. mai 2024 hækkar grundlønin 3,25% 

1. mai 2025 hækkar grundlønin 3,23% 

Harumframt verður latin ein serlig viðbót fyri reingerð, sum er 0,33% um tíman, og kemur tað í gildi afturvirkandi frá 1. mai 2024. 

Og so kemur nakað oman á eftirlønina, ið arbeiðsgevararnir skulu rinda. Frá 1. mai 2024 verður eftirlønin 11,2%, og frá 1. mai 2025 verður eftirlønin 12%. Lønarkarmurin í semingsuppskotinum er tilsamans 8,2%. 

 

Serstakt lønarlyft 

Hin avtalan, sum er undirskrivað í kvøld, er ein avtala um serstakt lønarlyft, ið kemur afturat lønarhækkingini, ið er nevnd omanfyri. Serstaka lønarlyftið merkir, at 1. mai 2024 hækkar lønin 3,75 krónur um tíman. Og 1. mai 2025 hækkar lønin 3,50 krónur um tíman. Ongar viðbøtur verða roknaðar av serstaka lønarlyftinum. 

Til ber at siga, at við hesum leistinum hevur privati arbeiðsmarknaðurin endurtikið leistin hjá landsstýrinum, sum valdi at geva nøkrum fakbólkum á almenna arbeiðsmarknaðinum eitt serstakt lønarlyft. 

 

13 prosent 

Tilsamans geva avtalurnar 13 prosent í lønarhækkan yvir tvey ár. Arbeiðaralønin hækkar tilsamans 16,80 krónur. Tíggjukrónan um árið, ið fakfeløgini fóru eftir, bleiv tá avtornaði til 8,40 krónur. 

Fyrsta árið hækkar lønin 8,46 krónur, og seinna árið hækkar lønin 8,34 krónur um tíman. 

Semingsuppskotið og avtalan um serstaka lønarlyftið eru undirskrivað av Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag øðrumegin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin. 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er rímuliga væl nøgdur, nú verkfallið, ið byrjaði á midnátt mánakvøldið 13. mai, er avblást: 

 

240609_DV_SEMJING_GEORG

 

Niels Vinther, stjóri í Vinnuhúsinum, er ikki so væl nøgdur. Sambært honum verður sáttmálin ein dyggur smeitur hjá nógvum fyritøkum, og kann allarhelst hava við sær uppsøgnir: 

 
240609_DV_SEMJING_NIELS

 

Terje Sigurðsson hevur staðið fyri semingsroyndini. Hann sendi stríðandi partarnar til hús um ellivutíðina fríggjakvøldið, men slepti tó ongantíð endanum. Undan semingsroyndini, ið byrjaði hósmorgunin, hevði hann roknað við einari drúgvari seming, ið kundi vara alt vikuskiftið. Og nú eydnaðist: 

 

240609_DV_SEMJING_TERJI

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985