Flúgvandi Áki sendi KÍ út í myrkrið

Flúgvandi Áki sendi KÍ út í myrkrið
Við hattrikki tryggjaði Áki D. Samuelsen HB sannførandi sigur í Gundadali og sendi samstundis KÍ út úr stríðnum um føroyameistaraheitið
Hattrikk-hetja: Áki D. Samuelsen skeyt øll trý málini, tá HB vann 3-0 á KÍ í Gundadali og sendi klaksvíkingar út úr meistarastríðnum
Mynd: Leit  
 
23.06.2024 - 19:45

Tey flokkaðust um hann eftir dystarlok.

Familjan, nevndin og vinmenninir. Øll vildu vita, hvussu tað er at skjóta hattrikk ímóti KÍ, tí tað hevði Áki D. Samuelsen júst roynt.

Tað sá lætt út. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá vongurin sleit seg leysan í vinstru síðu, dróg til høgru og høgdi bóltin upp í handara málhorn. Søgan endurtók seg beint eftir steðgin, meg hesa ferð hótti hann til høgru, fór til vinstru og skeyt lágt inn við nærru stongini. 

Og so aftur; 13 minuttir vóru eftir, tá hann fekk bóltin í vinstru síðu. Hann hevði bert nýggja mannin, Albert Ejupi, yvir av sær, og øll vistu, hvat Áki Samuelsen fór at gera. Tað var júst tað, sum hendi. Eina ella tvær nertingar til høgru og so neyva skotið í handara horn. 

 - Kappingin er bara hálv enn, so vit skulu ikki fara ov høgt at flúgva. Tað er eingin grund til tað. Tað ræður um at halda høvdið kalt og arbeiða víðari, segði Áki D. Samuelsen, sum kortini er stratosferiskur í løtuni. Hann hevur skotið hattrikk í tveimum landskappingardystum á rað, og liggur nú ájavnur við Páll A. Klettskarð við 12 málum ovast á toppskjúttaralistanum. 

 

HB hongur saman - KÍ stakk sundur

Málskjúttin kallaði kortini 3-0 sigurin fyri eitt satt liðavrik. - Vit hanga saman, segði Áki D. Samuelsen, og tað var sjón fyri søgn. Allir trýstu í felag, allir vardu í felag, og tá tað viðhvørt eydnaðist KÍ at spæla seg til kjansir, stóð Teitur M. Gestsson rætta stað.

Júst tað merkti Páll Klettskarð sviðan av. Tvær ferðir skallaði hann upp á mál, men eins ofta vardi landsliðsmálverjin fyri. Framherjin helt sjálvur, at hann átti at havt skorað í øllum førum eitt mál.

 - Ja, tað átti eg, og tað hevði eg gjørt, um eg var heppin. Teitur stendur ein branddyst í dag, og tað var eisini ein stórur munur, segði framherjin, sum mátti fara málleysur av vøllinum.

Tað sama mátti KÍ, sum aftur hesa ferð var nógvar spælarar fyri uttan. Tað sást onkursvegna á spælinum, hóast klaksvíkingar vóru við yvirlutan í løtum. Nú eru níggju stig upp til bæði Víking og HB, og tað verður meir enn vanliga trupult hjá teimum bláu at verja FM-heitið.

 - Tað verður ringt at hanga í teimum, tí hasi bæði liðini seta ikki nógv stig til. Vit mugu í øllum førum vinna teir dystirnar, sum vit hava eftir, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, segði Páll Klettskarð.

Hjá Áka D. Samuelsen og HB kann tað røkka allan vegin, men vongurin viðgongur, at víkingar verða tungir at syfta. 

 - Vit mugu arbeiða harðari enn teir til venjing, og so skulu vit taka av, tá vit einaferð skulu spæla ímóti teimum, segði hattrikk-hetjan hjá HB. Nú eru øll eygu á Sarpugerði hósdagin 4. juli.

 

Ovari Vøllur (Betri-deildin, 14. umfar)
HB - KÍ, 3-0 (1-0)

1-0 Áki D. Samuelsen, 4 min.
2-0 Áki D. Samuelsen, 46 min.
3-0 Áki D. Samuelsen, 77 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. september
Vikuskiftið 13 sept 2024
180662
Fríggjadag 13. september
Góðan morgun Føroyar
180624
Fríggjadag 13. september
Morgunlestur fríggjadagur 13. september 2024
180239
Hósdag 12. september
RagnarRokk 12.september 2024
177631
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. september
Veðrið
180664
Fríggjadag 13. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180609
Mikudag 11. september
Veðrið - teknmálstulkað
180497
Mikudag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180482
Týsdag 10. september
Veðrið
180470