EM 2024: Danska lagnan skal avgerast í München

EM 2024: Danska lagnan skal avgerast í München
Lagnan hjá Danmark verður avgjørd, tá danir spæla ímóti Serbia í München í kvøld. Javnleikur er nóg mikið hjá dønum fyri at koma víðari í EM-kappingini, meðan Serbia má vinna
Danir venja í München undan avgerandi dystinum ímóti Serbia í kvøld. Ein javnleikur er nóg mikið til, at danir halda fram í EM-kappingini
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
25.06.2024 - 12:25

Alt kann henda, tá Danmark spælir ímóti Serbia í München í 3. umfari í bólki C í kvøld.

Javnleikur er nóg mikið fyri at tryggjað dønum víðari spæl í EM-endaspælinum, meðan Serbia hevur fyri neyðini at fáa øll trý stigini. 

Vinna danir, enda teir annaðhvørt á 1. ella 2. plássi. Tað er treytað av úrslitinum ímillum England og Slovenia, sum eins og danir spæla klokkan 20.00.

 - Vit skulu spæla dystin fyri at vinna, eisini tí vit fegnir vilja uppliva at vinna, segði danski venjarin, Kasper Hjulmand.


Djúphugsni: Venjarin og liðskiparin hjá Onglandi, Gareth Southgate og Harry Kane, hava spælt seg víðari, men avrikini hava ikki verið sannførandi higartil. MYND: John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Hjá Onglandi kann javnleikur vera nóg mikið fyri at tryggja sær fremsta plássið í bólkinum, men avrikini hjá ensku heimsstjørnunum hevur ikki verið sannførandi higartil. Enskir miðlar skriva, at Liverpool-stjørnan Trent Alexander-Arnold helst ikki verður á vøllinum frá byrjan og Chelsea-miðvallarin Conor Gallagher byrjar inni í staðin.

 

Lítil spenningur í bólki D

Í bólki D er nærum avgjørt, at Frakland, Holland og Eysturríki øll koma víðari í kappingini. Fjórða liðið, Pólland, er longu sligið út.

Frakland spælir ímóti Póllandi, og franski venjarin, Didier Deschamps, hevur boðað frá, at stjørnuframherjin hjá fraklendingum Kylian Mbappé, sum breyt nøsina í fyrsta bólkadystinum, er klárur at spæla.

Í hinum dystinum spæla Holland og Eysturríki, har eysturríkarar bara ikki skulu tapa ov stórt fyri at tryggja sær at koma víðari, sum eitt av bestu liðunum á 3. plássi . 


Franska stjørnan Kylian Mbappé er tilreiðar at spæla eftir næsabrot í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, sigur venjarin, Didier Deschamps. MYND: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852