Kunnu søkja um at sleppa undan heilsutrygdargjaldi

Kunnu søkja um at sleppa undan heilsutrygdargjaldi
Nýggj sjálvgreiðsla hjá Heilsutrygd hevur latið upp á Vanganum
Nú ber til at søkja um undantak frá heilsutrygdargjaldi.
 
01.07.2024 - 16:15

Nú ber til at søkja um undantak frá heilsutrygdargjaldi.

Tað boðar Heilsutrygd frá.

Ein týðandi partur av heilsutrygdarlógini er gjaldsskyldan, sum fevnir um øll tey, sum eru búsitandi í Føroyum og tí fevnd av lógini.

 

Rinda gjøld aðrastaðni

Hetta hevur havt við sær avbjóðingar, tí fleiri borgarar arbeiða í øðrum Norðurlandi og rinda sosialtrygdargjøld har. Tí hava teir mett seg verða undantiknar gjaldsskylduni í Føroyum, vísandi til norðurlendskan sáttmála á økinum.

Nú heilsutrygdarlógin er broytt, hevur Heilsutrygd í dag fingið heimild til at viðgera umsóknir um undantak frá gjaldsskylduni.

Á middegi læt upp nýggj sjálvgreiðsla hjá Heilsutrygd á Vanganum, so borgarar kunnu søkja um undantak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878