Nettotilflytingin minkað seinasta árið

Nettotilflytingin minkað seinasta árið
Færri, sum ikki hava bústaðartilknýti, koma til Føroya, og fleiri uttan bústaðartilknýti eru flutt av landinum
Nettoflytingin var 183 fólk frá juni í fjør til juni í ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.07.2024 - 13:06

Nettotilflytingin minkar nú, tí færri, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroya, koma til Føroya, og fleiri uttan bústaðartilknýti eru flutt úr Føroyum. 

Nettoflytingin var 183 fólk frá juni í fjør til juni í ár. 

Tað eru 138 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði, altso frá juni í 2022 til juni 2023. 

Øðrvísi er hjá teimum, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, sigur Hagstovan, tí har vaks nettoflytingin eitt sindur samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Í fýra teimum undanfarnu tíðarskeiðunum var tað nettoflytingin hjá teimum við bústaðartilknýti, sum gjørdi nettoflytingina minni.

Tá fólk hava búð í Føroyum helvtina av sínum lívi ella í sjey av tíggju samanhangandi árum einaferð í lívinum, hava tey bústaðartilknýti til Føroya.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037