Vilja hava fólkaatkvøðu um Eurovision

Vilja hava fólkaatkvøðu um Eurovision
Konservativi flokkurin EDU í Sveis vil hava fólkaatkvøðu um, hvørt Eurovision næsta ár skal fáa almennar pengar
Sveisiski Nemo vann Eurovision í ár
 
13.07.2024 - 12:41

Non-bineri sangarin Nemo vann Eurovision sangkappingina fyri Sveis í ár, og tað merkir, at Sveis skal vera vertur fyri kappingini næsta ár.

Higartil hava býirnir Basel, Zurich, Geneve og Bern boðið seg fram at hýsa kappingini, men, stendur tað til konservativa flokkin EDU, skal tað út til fólkaatkvøðu, um endaligi vertsbýurin skal hava lán frá tí almenna til at skipa fyri kappingini.

EDU skrivar á sosialum miðlum, at "Eurovision er tað reina propaganda, og at kappingin eftirhondini er vorðin óúthaldiliga destruktiv og ábyrgdarleys". 

Við hesum sipar konservativi flokkurin til, at alsamt fleiri sangarar úr LGBT+ umhvørvinum eru við í sangkappingini.

Sveis er kent fyri at hava fólkaatkvøður um nógv ymisk politisk mál, og EDU heldur, at fólkið eisini eigur at sleppa at siga sína meining um, hvussu skilagott tað er at brúka almennar pengar uppá Eurovision.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602