Alt færri børn verða fødd í Íslandi

Alt færri børn verða fødd í Íslandi
Í 2012 fór føðitíttleikin í Íslandi niður um 2,1.
Mynd: Savnsmynd  
 
17.07.2024 - 18:44


Alt færri børn verða fødd í Íslandi. Í fjør vóru 4.315 børn fødd, og tað er tað er ein minking frá 2022, tá ið 4.382 børn vórðu fødd. 

Í 2023 var føðitíttleikin hjá íslendskum kvinnum 1,59, og hann hevur ongantíð verið lægri síðani mátingarnar byrjaðu í 1853. Í 2022 var føðitíttleikin 1,67.

Í 2012 fór føðitíttleikin í Íslandi niður um 2,1.

Til samanberingar var føðitíttleikin í Føroyum í fjør 1,86 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Tað er fyrstu ferð, at føðitíttleikin er farin undir 2,0.

Føðitíttleikin í Føroyum hevur verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum londum í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815