Melin verður vard fyribils í fýra ár

Melin verður vard fyribils í fýra ár
Kunngerðin, sum kom í gildi á midnátt, er um bráðfeingisvernd. Hon er galdandi til 2028
 
18.07.2024 - 09:16

Kunngerðin, sum skal verja Melina og bakkan oman fyri Lónna í Svartáhaga í Saksun, er galdandi í fýra ár, til 18. juli í 2028.

Kunngerðin kom í gildi á midnátt. Hon er um bráðfeingisvernd.

Kunngerðin sigur, at ikki er loyvt at ferðast og dvølja í økinum. 

Ikki er loyvt at gera intriv, sum kunnu broyta náttúruumhvørvið, so sum at byggja, grava, velta ella taða.

Tað er heldur heldur ikki loyvt at taka plantur, plantupartar, sand og grót úr økinum.

Økið, sum er vart, er hálvur triði hektari.

 

Fleiri enn 6.500 fólk gingu út á Pollin í Saksun frá apríl til september í fjør, vísa skrásetingar hjá Visit Faroe Islands. (Savnsmynd)

 

Seyður er undantikin

Í fyrsta umfari er ætlanin, at seyður verður undantikin avmarkingunum.

Hildið verður fram at viðgera møguliga varandi vernd eftir at bráðfeingiskunngerðin er komin.

Teljingar hjá Landsverki á Saksunarvegnum siga, at á vetri koyra 25 bilar til Saksunar um samdøgrið.

Á sumri eru bilarnir nógv fleiri, teir eru 175 bilar um samdøgrið. Ferðslan er sjey ferðir størri á sumri enn á vetri

GPS-skrásetingar hjá Visit Faroe Islands av fartelefonum í økinum vísa, at millum apríl og september í fjør gingu 6.526 fólk út á Pollin og sannlíkt eisini um Melina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858