Nýggj kommunulæknalóg

Nýggj kommunulæknalóg
Kommunalæknaskipanin skal víðkast og mennast til eina skipan við heilsutænastum og heilsumiðstøðum kring landið. Lógaruppskot til hoyringar
Kommunulæknalógin er 25 ár. Nú er ein nýggj á veg.
 
26.07.2024 - 05:49

Kommunalæknaskipanin skal víðkast og mennast til eina skipan við heilsutænastum og heilsumiðstøðum kring landið.

Fólk í øllum landinum skulu hava somu tilboð um heilsutænastur.

Sjúklingatrygdin skal setast í hásæti.

Viðgerðir vera í nærumhvørvinum.

Fólk fáa lættari atgongd til tilboð um heilsutænastur. 

Hetta fer serliga at vera til fyrimuns fyri eldri fólk, fólk við varandi sjúkum og fólk við serligum tørvi.

Endamálini eru nógv og stór í lógaruppskotinum um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Uppskotið hjá Heilsumálaráðnum er sent til hoyringar.

Samgonguskjalið

Í samgonguskjalinum stendur, at ein nýskipan skal fremjast fyri at tryggja sama tænastustig um alt landið og fyri øll.

Tryggjast skal, at fólk fáa samanhangandi viðgerðargongd, og at samstarvið millum heilsuverk, almannaverk og eldrarøkt verður styrkt. 

Har stendur millum annað eisini, at skipanir og mannagongdir skulu endurskoðast, so mest fæst fyri pengarnar. 

Og øll skulu hava egnan kommunulækna.

Ætlanin er, at lógin kemur 1. januar 2025.

Og tá fer galdandi lóg um kommunulæknar frá 1999 úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815