Olympisku leikirnir í Kringvarpinum

Um KVF
Olympisku leikirnir í Kringvarpinum
Kringvarpið sendir frá OL í París í samstarv við DR. Tíverri hevur ikki eydnast at fáa avtalu við TV2, sum vísir alla rógving. Kortini fylgja vit føroysku rógvarunum
Gleðin var stór, tá tað í mai í ár var greitt, at Sára Maria og liðfelagar hennara á danska áttaranum við einum øðrum plássi høvdu vunnið luttøku til OL 2024.
Mynd: Balint Czucz  
 
26-07-2024

Franski høvuðsstaðurin, París, er í hesum døgum karmur um eitt av heimsins størstu ítróttartiltøkum. 

Olympisku leikirnir byrja av álvara við stórfingnari setan í kvøld, og næstu vikurnar fara góð 10.000 ítróttafólk at kappast í 32 greinum. 

Kringvarpið sendir setanina, og í samstarvi við DR fer Kringvarpið somuleiðis at senda heilt fitt av kappingunum, sum vera á skránni næstu nógvu dagarnar.  

Millum annað hondbóltur, flogbóltur, svimjing, súkkling og tennis verða at síggja beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF. 

 

Eingin beinleiðis rógving

Tíverri hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa avtalu í lag við TV2, sum hevur rættindini til OL-rógving. Tí ber ikki til at síggja føroysku rógvararnar, Sverra Sandberg Nielsen og Sáru Maria Johansen, beinleiðis í Kringvarpinum.  

SÍ EISINI: Olympiski dreymurin 

Sverri Sandberg Nielsen ger nýggja roynd eftir OL-heiðursmerkinum, sum glapp í Tokyo í 2021, og Sára Maria Johansen er við fyri fyrstu ferð sum ein av níggju á danska áttaranum. 

SÍ EISINI: Sára Maria og Sverri hvør sítt útgangsstøði

Vit fylgja kortini føroyingunum á øllum okkara pallum. Til ber at fylgja innleiðandi róðrunum leygardag 27. juli, ólavsøkudag og týsdagin 30. juli á beinleiðis bloggi á kvf.fo. Eisini fáa vit viðmerkingar o.a. frá føroysku rógvarunum.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751

Um kvf css