Starvsfólk innan dagstovnaøkið í Havn fáa løn, meðan tey taka útbúgving

Starvsfólk innan dagstovnaøkið í Havn fáa løn, meðan tey taka útbúgving
Tórshavnar kommuna fer aftur í vetur at bjóða fólki í dagstovnaøkinum løn, samstundis sum tey taka útbúgving innan dagstovnaøkið, sigur formarðurin í mentanarnevndini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.07.2024 - 19:00

Í fleiri ár hevur tað verið ov lítið av útbúgvnum starvsfólki innnan dagstovnaøkið.

Í februar í ár byrjaði fyrsta holdið av næmingum, sum arbeiða innan dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu, at taka ein meritútúgving, ið gevur møguleika at gerast professións-bachelor.

Útbúgvingin verður í stóran mun tikin á netinum, men næmingarnir fara eisini í styttri tíðarskeið til Viborg í Danmark í skúla.

 

Bjóða øðrum kommunu at vera við

Næmingarnir fáa løn, meðan teir arbeiða, og ferð og uppihald til Danmarkar verður eisini goldið. Næmingarnir fáa tó ikki løn, meðan teir eru í skúla í Danmark.

Tórshavnar kommuna fer aftur í vetur at bjóða fólki í dagstovnaøkinum løn, samstundis sum tey taka útbúgving innan dagstovnaøkið, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini í Tórrshavnar kommunu.

Sum nakað nýtt hevur Tórshavnar kommuna hesaferð bjóðað øðrum kommunum í landinum at vera við í verkætlanini.

 

1687776

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890