Summarferian hjá løgtingsfólkum er ikki long

Summarferian hjá løgtingsfólkum er ikki long
Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum vísir atfinningum í oddagrein hjá Vikuskiftisblaðnum aftur
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, vísir aftur, at tingfólk hava feriu í upp í 3-4 mánaðir.
 
03.08.2024 - 18:01

Í oddagrein í Vikuskiftisblaðnum hjá portalinum verður fílst á longu summarferiuna hjá tingfólkum.

Men orsøkin til, at tingið ikki er saman fyrstu vikurnar í august er, tí ongi mál eru løgd fyri løgtingið enn, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Tingfólk fóru í feriu 23. mai, og tá ið løgmaður helt ólavsøkurøðu, hevði løgtingsformaðurin, sum var til staðar, onki at leggja fram.

Ingi Samuelsen, sum hevur skrivað oddagrein í Vikuskiftisblaðnum hjá portalinum, sigur, at niðurstøðan sostatt má vera, at hóast langan løglista,so hevði landsstýrið og samgongan onki upp á hjarta til viðgerðar ella samtyktar.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, er ósamd í hesi niðurstøðuni. Hon sigur, at orsøkin til, at tingið ikki er saman fyrstu vikurnar í august, er, tí ongi mál eru løgd fyri løgtingið enn.

Augustmánaður plagar at vera friðarligur. Tó so, til fyri nøkrum árum síðani plagdu fiskidagarnir at verða lagdir fyrst um hesa tíðina - tá skuldi tað gerast áðrenn 18. august. Men fiskidagarnar ásetir løgtingið ikki longur, og tí er mánaðurin rættiliga friðarligur, greiðir Bjørt Samuelsen frá.

 

Hoyr Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, greiða frá í tíðindunum kl. 18.00 her:

INNSLAG_Bjort_Samuelsen_um_tingid_og_feriu_-_Copy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097