KÍ kann møta donsku meistarunum

KÍ kann møta donsku meistarunum
Um KÍ vinnur samanlagt móti Banja Luka í Europa League-kappingini, bíða donsku meistararnir FC Midtjylland ella ungarska liðið Ferencvaros í næsta umfari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.08.2024 - 15:16

Eftir samlaða tapið móti Malmø FF fór KÍ, sum nú er einasta føroyska liðið eftir í evropeiskum kappingum, niður í Europa League, har teir nú skulu møta bosniska liðnum Borac Banja Luka.

Lutakast hevur nú eisini verið um, hvussu spælast skal víðari í evropeisku kappingunum.

Og um KÍ vinnur samanlagt móti Banja Luka, bíða donsku meistararnir FC Midtjylland ella ungarska liðið Ferencvaros í næsta umfari.

Ferencvaros og KÍ kennast væl, tí liðini møttust eisini í fjør - tað var tá KÍ vann 3-0 niðri í Ungarn.

 

HJK Helsinki ella FK Decic úr Montenegro

Eydnast tað hinvegin ikki KÍ at sláa Borac Banja Luka út, fer KÍ í staðin niður í Conference League, og har skulu føroyameistararnir møta vinnaranum av dystinum millum HJK Helsinki og FK Decic úr Montenegro.

Men fyrst ræður tað um at vinna á Borac Banja Luka. KÍ spælir á heimavølli fyrra dystin, sum verður nú hóskvøldið, og hóskvøldið í næstu viku møtast liðini aftur í Bosnia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751