Helena skal søkkjast hósdagin

Helena skal søkkjast hósdagin
Um viðrar, verður gamla frystilínuskipið Helena - fyrrverandi Nónhamar - søkt á Borðoyarvík hósdagin. Góð 75 tons av tilfari eru tikin úr skipinum
Helena - fyrrverandi Nónhamar - skal eftir ætlan søkkjast á Borðoyarvík hósdagin
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
10.08.2024 - 17:40

Um viðrar, verður gamla frystilínuskipið Helena - fyrrverandi Nónhamar - søkt á Borðoyarvík hósdagin. Góð 75 tons av tilfari eru tikin úr skipinum.

Janus Joensen er stjóri í Faroe Dive.
 

Janus1

 

Janus Joensen, stjóri í Faroe Dive, sigur, at tað hevur nógv at siga fyri føroyska kaving at fáa eitt skip sum Helenu at kava niður á - bæði fyri vinnukaving og eisini fyri ferðavinnuna.

 

Janus2

 

Segði Janus Joensen, stjóri í kavaraskúlanum Faroe Dive.

Helena verður søkt út fyri kaiini á Norðoyri, góðar 150 metrar úr landi, og fer at liggja í einum skráa, so fremri parturin av skipinum liggur á 15 metra dýpi og aftari parturin á umleið 30 metra dýpi.

Við í verkætlanini eru eisini Norðoya Froskmannafelag, Norðoya Bjargingarfelag, Mekanor v/ Kjartan Hansen, Kav v/ Vilhelm Hansen og Dýpi v/ Brian Nýggjagarð. Formaður er Oliver Joensen.

Og mánakvøldið klokkan 20.00 skipa Føroya Sjómannadagar fyri framløgu um føroysku kavaravinnuna, og eftir tað verður møguleiki hjá áhoyrarum at vitja umborð á Helenu. Framløgan verður í hølunum hjá Sjónámi í Klaksvík og tiltakið er ókeypis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477