Eldur í kjarnorkuverki í Ukraina sløktur

Eldur í kjarnorkuverki í Ukraina sløktur
Eldurin, sum kyknaði í heimsins stjørsta kjarnorkuverki við Zaporizjzj í gjár, er nú sløktur.
 
12.08.2024 - 10:44

Eldurin, sum kyknaði í kjarnorkuverkinum við Zaporizjzja í gjár, er nú sløktur.

Russland hevur hersett økið, har kjarnorkuverkið er.

Russiski ríkisumboðsmaðurin í økinum sigur á Telegram, at eldurin nú so at siga er sløknaður.

Altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA, hevur serfrøðingar í økinum. Teir hoyrdu brestir í gjárkvøldið og fingu boð um, at ein drona eftir øllum at døma hevði rakt eitt av teimum báðum kølitornunum á verkinum. Serfrøðingarnir fingu atgongd til kjarnorkuverkið, og staðfestu, at eldurin ikki var ein hóttan móti kjarnorkutrygdini.

Rafael Grossi, aðalskrivari í IAEA, fordømir dronuálopið.

- Tað økir vandan fyri einari kjarnorkuvanlukku, sigur hann, sambært danska kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040