Blinken komin til Ísraels at leggja trýst á samráðingarpartarnar

Blinken komin til Ísraels at leggja trýst á samráðingarpartarnar
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, roynir aftur at leggja trýst á Ísrael og Hamas um at fáa vápnahvíld í lag í Gasa.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2024 - 08:21

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til Ísraels at leggja trýst á partarnar at fáa eina vápnahvíld í lag í Gasa. 

Ætlanin er, at Blinken skal hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, í morgin, skrivar Reuters. 

Eftir hetta gongur leiðin til Egyptalands.

Samráðingar vóru í tveir dagar í høvuðsstaðnum í Katar, Doha, í síðstu viku, har umboð fyri USA, Egyptaland og Katar sótu við borðið.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, skrivaði um vikuskiftið á sosiala miðlinum X, at samráðingarnar gingu væl.

Umboð fyri Ísrael og Hamas hava verið meiri atfinningarsom. 

 

Hamas: Nýggjar treytir komnar á borðið

Sambært tíðindastovuni AFP segði Hamas eftir samráðingarnar fríggjadagin, at nýggjar treytir vóru komnar á borðið, sum tey vóru ónøgd við. Haraftrat hevur Hamas-limurin Sami Abu Zuhri sagt, at USA roynir at látast, sum tað gongur betur, enn tað ger, skrivar Reuters.

Ísrael sigur, at samráðingartoymið er varliga bjartskygt viðvíkjandi møguleikanum fyri eini avtalu um gíslar.

Sambært amerikanska forsetanum var talan um uppbyggiligar samrøður um vápnahvíld og at lata gíslar leysar, og hann vónar, at ein avtala fæst í lag í hesi vikuni, skrivaði Joe Biden á X leygarkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329

Meira um sama evni