Merkið í hálvari stong við Naddoddaneystið

Merkið í hálvari stong við Naddoddaneystið
- Vit kendu hesi fólkini so væl, og her er sera ringur hýrur, sigur Bergur Jacobsen, formaður í Naddoddafelagnum
Merkið veittrar í hálvari stong uttan fyri Naddoddaneystið í dag.
Mynd: Sonne Smith  
 
28.08.2024 - 11:51

- Systir Karlu ringdi til mín um hálgvum sjey tíðina í gjárkvøldið. Hon var stúrin, tí ein alarmur var farin í gongd. Tyrla fór út til Naddodd, og tá var eingin vandi á ferð.

Løtu seinni komu so boðini um, at Naddoddur var holvdur, sigur Bergur Jacobsen, formaður í Naddoddafelagnum.


Karla Dana, ið var 29 ár, var funnin druknað í morgun, nakrar hundrað metrar av holvda Naddoddi. (Mynd: Tróndur Enni)

 

- Vit kendu hesi fólkini so væl, og her er sera ringur hýrur, sigur hann.

Frá morgunstundini var nógv fólk komið saman í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, og Merkið var í hálvari stong:

 

28082024_Bergur_og_Naddoddur

 


Nógv fólk kom saman í Naddoddaneystinum frá morgunstundini. (Mynd: Sonne Smith)
 

Karla, sum Bergur Jacobsen tosar um í samrøðuni, er unga kvinnan, sum var hin einasta, ið ikki kom frá vanlukkuni við lívinum.

Karla Dana var 29 ár, úr Meksiko, men búði í Orlando í Florida, USA. Karla bloggaði um sermerktu ferðina, ið hon gleddi seg nógv til. 

Tað ber til at lesa um ferðina, sum var ein roynd at sigla opna, føroyska seksæringin Naddodd aftur til Noregs í kjalavørrinum á víkingunum, í netbóklinginum "The Viking Voyage". 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891