Norskir miðlar: Sjóverjan leitar eftir kvinnu í 20-unum

Norskir miðlar: Sjóverjan leitar eftir kvinnu í 20-unum
Norskir miðlar vita nú at siga, at tann av manningini á Naddoddi, ið ikki kom frá vanlukkuni við lívinum, var ein kvinna í 20-unum úr Meksiko, búsitandi í USA
Naddoddur og manningin, meðan tey lærdu seg at sigla við opna, føroyska seksæringinum
Mynd: Säny Blaser  
 
28.08.2024 - 07:27

Um sekstíðina í gjárkvøldið fekk norska bjargingartænastan boð um, at føroyski seksæringurin Naddoddur var holvdur út fyri norsku strondini.

Ringt veður var á staðnum, 25 metrar um sekundið, sunnan, og fitt av aldu, sum var upp í fimm metrar í hædd. 

Seks fólk vóru við Naddoddi, og fimm teirra sluppu við lívinum.

Les eisini: Naddur holvdur: Fimm fólk bjargað, men ein er druknaður

 

Kvinna í 20-unum lat lív

Norskir miðlar vita at siga, at leitað verður framvegis eftir eini kvinnu í 20-unum, sum er úr Meksiko, men býr í Orlando í Florida, USA.

Talan er um 29 ára gomul Karla Dana, víkingafornfrøðing úr Meksiko, sum var við á ferðini, ið skuldi vera ein ævintýrferð í kjalavørrinum á víkingunum. 

Tey bjargaðu eru fýra fólk úr Sveis, Andy Fitze, skipari, Georg Aebi, Martin Fitze og Säny Blaser, fotografur, og so føroyingurin Livar Nysted úr Hvannasundi.

Les eisini: Livar bjargaður: Hevur tað eftir umstøðunum gott

Norska sjóverjan hevur funnið Naddodd, men enn er veðrið so vánaligt í økinum, at tað ikki ber til at gera nakað fyri at royna at finna ungu kvinnuna, ið endaði undir Naddoddi, tá báturin holvdist. 

Vit tosaðu fyri løtu síðani við Andreas Bull frá JRCC Stavanger, og hann greiddi soleiðis frá, hvat status er í løtuni.

 

1692773

 

Naddoddur legði frá landi hjá bátafelagnum á Tvøroyri seinnapartin leygardagin, eftir at ferðin fleiri ferðir var útsett fyri veður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558