Nýggjur leiðari á Blákrossheiminum

Nýggjur leiðari á Blákrossheiminum
Anna D. Háberg tekur við starvinum 1. oktober
Anna D. Háberg verður nýggjur leiðari á Blákrossheiminum.
 
29.08.2024 - 09:22

Anna D. Háberg er sett í starv sum leiðari á Blákrossheiminum. 

Tað boðar Blái Krossur Føroya frá á síni heimasíðu.

Anna er 57 ára gomul, býr í Havn og er ættað úr Fuglafirði. Hon er MA í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, og hevur eisini aðrar leiðsluútbúgvingar. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir frá Varðhaldinum í Mjørkadali, Javna og Føroya Politi.

Anna D. Háberg tekur við leiðarastarvinum 1. oktober.

15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424