Aðalráð biðið um at endurskoða mannagongd

Aðalráð biðið um at endurskoða mannagongd
Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið endurskoða mannagongdina um innlitsmál
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið gav ikki innlit í mál um fiskivinnuroynd - uttan grundgeving.
 
30.08.2024 - 05:56

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið endurskoða mannagongdina um innlitsmál.

Umboðsmaðurin fekk klagu um, at ráðið gav avmarkað innlit um vinnuligar fiskiroyndir.

Upplýsingar vóru strikaðar í teimum latnu skjølunum, uttan at nærri var greitt frá grundgevingini fyri, at tær vóru strikaðar.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið ásannar nú, at ítøkiliga metingin var ikki nóg neyv og ikki í samsvari við lógina um innlit.

Ráðið er tí sinnað at viðgera málið av nýggjum.

Kringvarpið bað um innlit í alt tilfar um eitt felag, sum fekk kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti.

Ráðið spurdi felagið, sum innlitið var um.

Felagið helt ikki, at innlit skuldi gevast.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið avgjørdi síðani, uttan at kanna umstøðurnar nærri, ikki at geva innlit, tí talan var um rakstrar- og vinnuviðurskifti.

Nú skal ráðið viðgera málið av nýggjum og koma við grundgevingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891