Bedingin í Vestmanna bjóðað út

Bedingin í Vestmanna bjóðað út
Einki virksemi hevur verið á bedingini í fleiri ár, men bygdarráðið vónar, at hetta fer at broytast
Einki virksemi hevur verið á bedingini í Vestmanna í longri tíð
Mynd: vestmanna.fo  
 
01.09.2024 - 17:35

Bygdarráðið í Vestmanna bjóðar bedingina í bygdini út til vinnuvirksemi. 

Borgarstjórin, Bjørg á Rógvi, vónar at fáa lív í aftur, eftir at onki virksemi hevur verið á bedingini í nógv ár.

- Kommunan eigur ikki økið - tað ger MEST - men kommunan hevur fingið brúksrætt til økið næstu 25 árini, sigur Bjørg á Rógvi.

Fyritøkur ella einstaklingar, sum eru áhugað í virksemi á økinum, kunnu senda kommununi eitt uppskot til ætlan.

Fevnir ætlanin um bátavirksemi, eru tó ávísar treytir frá MEST.

Seinasta freist at senda inn uppskot er 16. septembur 2024 kl. 12:00.

Uppskot skulu sendast við telduposti til vestmanna@vestmanna.fo

 

Hoyrið innslag við Bjørg á Rógvi her:

Vestmanna_beding_borgarstjori

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744