Eingi tekin um, at Putin verður handtikin í Mongolia

Eingi tekin um, at Putin verður handtikin í Mongolia
Russiski forsetin er komin á almenna vitjan, og hann hann var móttikin á Djengis Khan-torginum í mongolska høvuðsstaðnum
Mongolski forsetin Uknagin Kyrelsyk tók ímoti Putin á Djengis Khan-torginum í høvuðsstaðnum Ulan Bator.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.09.2024 - 14:50

Mongolia tók í dag móti russiska forsetanum Vladimir Putin uttan at vísa tekin um at vilja handtaka hann, hóast landið formliga hevur skyldu til tað.

Heldur enn at handtaka Putin, var skipað fyri skrúðgongu, og orkestrið hjá herinum spældi bæði mongolska og russiska tjóðsangin.

Mongolski forsetin Uknagin Kyrelsyk tók ímoti Putin á Djengis Khan-torginum í høvuðsstaðnum Ulan Bator, tá ið hann kom til landið í gjárkvøldið.

Sambært Politico, kann ICC rættarsøkja Mongolia fyri einki at gera.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Mótmæltu við ukrainskum fløggum

Nøkur fólk við ukrainskum fløggum mótmæltu uttan fyri stjórnarbygningin, men løgreglan flutti tey av staðnum alt fyri eitt.

Mongolia er eitt av londunum, sum viðurkennir altjóða revsidómstólin ICC, sum fyri hálvumøðrum ári síðani gav altjóða boð um at handtaka Putin í sambandi við kríggið í Ukraina, fyri at hava tvingsilsflutt hundraðtals ukrainsk børn til Russlands.

Hetta er fyrstu ferð, at Putin kannar, um hann kann ferðast til eitt land, sum formliga hevur skyldu at handtaka hann, uttan at vera handtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400