Fuglfirðingar nøgdir við barnaansing, men ónøgdir við bústaðir

bannari
Fuglfirðingar nøgdir við barnaansing, men ónøgdir við bústaðir
Tað er gott at vera barn í Fuglafirði, men verri at vera vaksin og leita eftir bústaði, vísa úrslitini í stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum
Fuglfirðingar eru ikki nøgdir við bústaðarmøguleikarnar.
 
06.09.2024 - 14:28

Bústaðarmøguleikar eru als ikki nøktandi, fuglfirðingar eru ónøgdir við bý- og bygdarplanlegging, og so verður heldur ikki hildið, at kommunan hevur gott orð á sær aðrastaðni í landinum. 

Tað eru nøkur av úrslitunum í stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum og Lóðri. Økið, sum fuglfirðingar eru serliga ónøgdir við, er bústaðarmøguleikar. Har liggur Fuglafjarðar kommuna næstaftast og fær bert eitt stig meira enn Tórshavnar kommuna, sum er aftast.  

 

 

 
Spurningur: " Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti: Bústaðarmøguleikar". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi. 144 fólk í Fuglafjarða kommunu svaraðu spurningunum.

 

Tað kemur ikki óvart á Dáva Juul, borgarstjóra, at kommunan liggur so niðarliga á bústaðarøkinum. "Hetta hevði eg roknað við", sigur hann.

Trupult er at fáa byggilendi í Fuglafirði. Tað ger, at tað er torført at finna grundstykkir, sigur borgarstjórin. Hann vísir aftur, at kommunan hevur raðfest onnur økir fram um bústaðir. 

 

KV24_FUGLAFJORDUR_DAVUR_JUUL

 

 

Stuttligt at vera barn í Fuglafirði

Hóast kommunan liggur næstniðast á bústaðarøkinum, so er hon næstovast í spurninginum um tilboð til børn og ung. Á hesum økinum er tað bert Eiðis kommuna, sum stendur seg betur.

 
Spurningur: " Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti: Vit hava góð tilboð til børn og ung". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi.  144 fólk í Fuglafjarða kommunu svaraðu spurningunum.

Í Fuglafirði eru óvanliga nógv tilboð til børn og ung, og tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin, sigur Jóan Pauli Jacobsen, sum er lærari og høvuðsungdómsvenjari hjá ÍF.

"Fótbóltur er serliga væl umtóktur", sigur venjari flennandi. Hann vísir á, at tað eru umleið 12-14 dreingir og umleið 10 gentur á hvørjum árgangi, sum ganga til fótbólt í Fuglafirði.

 

KV24_FUGLAFJORDUR_BORN_A_PLENUNI

 

Nummar eitt í barnaansing

Fuglfirðingar eru serliga nøgdir við barnaansingina.  Á hesum økinum fær Fuglafjarðar kommuna eitt umroknað miðaltal uppá 89, sum er tað hægsta í hesum spurninginum.

Kortini er hetta eitt øki, sum yvirskipað stendur seg væl í kanningini. Heilar 10 kommunur hava eitt umroknað miðaltal, ið er hægri enn 80.

Spurningur: " Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti: Barnaansing". Svarmøguleikarnir vóru á einum stiga frá 1 til 7, har 1 var "púra samd/-ur" og 7 "púra ósamd/-ur". Svarini eru síðani umroknað til ein stiga frá 0-100 - jú hægri tal, jú størri nøgdsemi.  144 fólk í Fuglafjarða kommunu svaraðu spurningunum.

 

"Vit hava brúkt nógva orku upp á trivnað - bæði hjá børnum og starvsfólkum", fortelur Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðari, sum hevur ábyrgd av barnaansing í Fuglafjarðar kommunu.

Spurd, hvat riggar serliga væl í júst teirra kommunu, svarar Jónhild Abrahamsen m.a., at tey hava nógv útbúgvin starvsfólk. 

 

KV24_FUGLAFJORDUR_DAGSTOVNAR

 

Í Fuglafjarðar kommunu eru tríggir dagstovnar: Barnalund, Stropin og Kambur. 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775