Miðlasamskipari til Kringvarp Føroya

Um KVFTíðindi
Miðlasamskipari til Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum miðlasamskipara at seta í fast starv
 
06-09-2024

Kringvarpið er í eini áhaldandi menning av heimasíðu, app og marknaðarføring, og starvið er i høvuðsheitum tongt at hesum uppgávum.

Tann, ið settur verður, skal fyrst og fremst standa fyri marknaðarføring av tilfari og umsiting av sosialum miðlum, men eisini hjálpa til at menna heimasíðuna í síni heild.


Um starvið

Kringvarpið hevur fleiri redaktiónir, sum eru virknar á heimasíðuni kvf.fo. Høvuðsuppgávan er at gera útgávuætlanir fyri sendingar á skránni og at útinna tær í verki á pallum okkara. Tað er umráðandi, at tú ert uppsøkjandi og dugir at skipa arbeiðið úr byrjan í enda. 

Vit ímynda okkum, at tú dugir væl at skriva, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við talgildum samskifti. Tín uppgáva verður eisini at hjálpa til at menna og røkja heimasíðuna í síni heild.

Miðlasamskiparin arbeiðir í tøttum samstarvi við skrásamskipararnar og nettoymið og skal somuleiðis arbeiða tvørtur um deildir við útgávuætlanum fyri sendingar á skránni. 


Førleikar

•    Tú hevur miðlaútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir, sum kunnu javnsetast
•    Tú hevur royndir við talgildum samskifti og sosialum miðlum
•    Tú dugir væl at seta teg inn í nýggja tøkni
•    Tú hevur góð samskiftisevni og dugir føroyskt væl og virðiliga í skrift og talu
 

Vit bjóða

•    Eitt mennandi og spennandi starv, har tú sleppur at brúka tíni skapandi evni
•    Eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum tú kanst seta tín dám á
•    Eitt starv, sum gevur tær innlit í føroyska samfelagið
 

Vit vilja

•    At tú hevur góð samstarvsevni og ert forvirkin
•    At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað 
•    At tú ert ágrýtin og dugir væl at loysa mál undir tíðartrýsti
•    At tær dámar at arbeiða í skiftandi vaktum og uttan fyri vanliga arbeiðstíð
•    At tú hevur evnini at síggja fyrimunir og loysnir fram um forðingar og vansar


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulla tíð, men møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.


Umsóknarfreist o.a.

Umsókn o.o. viðkomandi skjøl skulu sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi fríggjadagin 20. september. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sissal Carlsdóttir á Lag á telefon 296621 ella við at senda teldupost til scl@kvf.fo.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Um kvf css